Lønirnar í juli vóru áleið tær somu sum í juni, 630 milliónir kr.. Síðani árslok eru lønargjaldingarnar farnar úr 600 milliónum um mánaðin til nú at vera um 630 milliónir um mánaðin. Trendurin vísir, at vøksturin í lønunum byrjaði í august 2013, og tað hevur verið ein javnur vøkstur síðan tá.
Framgongd í øllum høvuðsvinnugreinum
Lønirnar eftir vinnugrein eru ikki árstíðarjavnaðar, so her verður árið higartil samanborið við sama tíðarskeið árini frammanundan.
Fyrstu sjey mánaðirnar í ár eru útgoldnar 213 milliónar meira í lønum enn sama tíðarskeið í fjør, framgongdin er 5,2%.
Tað er framgongd í øllum høvuðsvinnugreinum, men stóra framgongdin er í ídnaðinum, í byggivinnuni 12% og í fiski- og alivinnuni 9%.
Dagførd og útgreinað lønartøl eru tøk í hagtalsgrunninum
Stutt um árstíðarjavning og trend
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.
Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum.
Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her:
Kelda: hagstovan.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald