Lønirnar í januar vóru 592 milliónir kr, og tað eru 15 milliónir minni enn í desember. Afturgongdin er 2,5%. Tølini eru árstíðarjavnað, so lagt er upp fyri, at lønarútgjaldingarnar vanliga eru størri í desember enn í januar.
Seinna hálvár 2013 vóru lønirnar omanfyri 600 milliónir hvønn mánað, og í september vóru tær hægstar, tá tær táttaðu í 630 millinónir. Síðan tá eru tær dragnaðar, og í januar vóru tær komnar niður á 592 milliónir.
Trendurin, sum vísir langtíðargongdina, vísti vøkstur frá mars til oktober, men nú er stígur komin í.
Stutt um árstíðarjavning og trendin
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.
Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald