Vinna

Longsti sjókaðal, sum er lagdur til fóðurflakar í Føroyum

...

2021-03-02 21:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 JT electric hevur lagt ein 5,6 km langan streymkaðal út til aliøkið hjá Bakkafrost íHaraldssundi. Talan er um longsta sjókaðal, sum er lagdur út til fóðurflakar í Føroyum. 

Nýggi landstreymskaðalin er partur av ætlanini hjá Bakkafrost um at leggja um frá olju tilmeira grøna orku. Flestu fóðurflakar hjá Bakkafrost brúka nú landstreym, og teir seinastuverða lagdir út komandi tíðina. JT electric á Kambsdali hevur staðið fyri at projektera ogútføra tær flestu verkætlanirnar við landstreymi til aliøkir í Føroyum. 

??? Málið er at minka um okkara CO2 útlát við 50% innan 2030, sigur Jón Purkhús, leiðari fyrialiøki Norður hjá Bakkafrost. Við at leggja landstreym út til fóðurflakarnar, minka vit umoljunýtsluna og harvið útlátið frá okkara aliøkjum. 

Kaðalin er ein sergjørdur sjókaðal við fipur í, sum JT electric hevur ment saman við einumkaðalveitara. Við at leggja fipur út til aliøkið saman við streymføringini er altíð skjótt ogtrygt samband við útgerðina umborð á fóðurflakanum, sum verður stýrd frá landi. 

??? Hetta hevur verið ein spennandi verkætlan, sigur Leivur Hansen, rakstrarleiðari hjá JTelectric. Við einum so langum kaðali var neyðugt at nýta háspenning út til flakan. Tað er ikkivanligt, at feløg fáa loyvi til at arbeiða við arbeiða við háspenningi, men við góðumsamstarvi við SEV megnaðu vit at loysa hesa uppgávuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder