Seinastu hagtølini fyri útgoldnar lønir eru dagførd og vísa hesi, at trendurin í mánaðarligu hagtølunum heldur á eins og hevur verið í nærum tvey ár. Tó bendir útrokningin av trendinum á, at vøksturin í útgoldnum lønum er minkandi og á sama vakstrarstøði sum í juli 2013.
(trýst á myndirnar, so tær gerast størri)
Ofta verða broytingar í tíðarrøðum lýstar við árligum prosent-broytingum, tá eitt álmanakkaár (t.e. 1. januar til 31. desember) verður gjørt upp í mun til undanfarin álmanakkaár. T.d. kunnu vit staðfesta, at í 2014 vórðu útgoldnar 366 milliónir kr. fleiri í mun til 2013, og svarar hetta til ein vøkstur á 5,1%. Sammett við undanfarin ár er hetta størsti árligi vøksturin síðan 2007. Tá vit hava við mánaðarlig tøl at gera, kunnu vit tó eins væl skoða eina árliga broyting leypandi fyri hvønn mánað við at hyggja at farnum tólv mánaðum í mun til somu tólv mánaðirnar eitt ár undan. Samanbera vit broytingina fyri seinasta 12-mánaðarskeiðið mars 2014 til februar 2015 við undanfarna 12-mánaðarskeiðið mars 2013 til februar 2014, er árligi vøksturin 5,6%. Og framvegis er tað serliga innan fiski- og byggivinnu, at størsta ískoyti til samlaða vøksturin stavar.
Sí fleiri hagtøl í hagtalsgrunninum.
Stutt um árstíðarjavning og trend
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.
Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald