Vinna

Lønarútgjaldingarnar 7,4% hægri higartil í ár

...

2015-05-09 15:27 Author image
placeholder

 Mánaðarligu hagtølini fyri útgoldnar lønir eru dagførd til og við apríl mánað. M.a. vísir trendurin (t.v.s. rætningurin ella kósin) í útgoldnu lønunum framvegis vøkstur, men vøksturin er minkandi eins og seinastu mánaðirnar. Samlaðu árstíðarjavnaðu lønarútgjaldingarnar fyrstu 4 mánaðirnar av 2015 vóru 2.625 milliónir kr. í mun til 2.443 milliónir kr. í 2014. Munurin er 182 milliónir kr. og ein vøkstur á 7,4%. 

(trýst á mynd/talvu, so hon gerst størri)

Um hugt verður neyvari eftir lønarútgjaldingum (ikki árstíðarjavnaði tøl) í høvuðsvinnubólkum, so stavar vøksturin frá øllum vinnubólkum, tó er vøksturin framvegis størstur í tilfeingisvinnunum.

Sí fleiri hagtøl í hagtalsgrunninum.

Stutt um árstíðarjavning og trend
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder