Bæði í september og oktober hava árstíðarjavnaðu lønirnar verið um 618 mió. kr. Í vár vóru lønirnar um 590 mió. kr. um mánaðin, men sum trendurin vísir, so hevur verið ein vøkstur í lønargjaldingunum síðan apríl. |
|
Lønargjaldingar í vinnugreinunum Lønirnar eftir vinnugrein eru ikki árstíðarjavnaðar, men tá er ein annar møguleiki at samanbera árið higartil við somu tíðarskeið undanfarnu ár, so sum tað er gjørt í talvuni niðanfyri. Síðstu tveir mánaðirnar hevur verið meira útgoldið í fiskivinnuni, soleiðis at afturgongdin, sum var fyrsta partin av árinum, nú er vend til framgongd uppá 1,2%. Byggivinnan vísir somu gongd, at tað er framgongd seinastu tveir mánaðirnar, men enn er ikki øll afturgongdin vunnin innaftur. Størsta framgongdin er innan almennar tænastur, og sjálvt um lagt verður upp fyri verkfallinum í fjør, so er tað framvegis innan almennar tænastur, at størsta framgongdin er.
|
|
Stutt um árstíðarjavning og trendin Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.
Í trendinum er harumframt tikin hædd fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum. Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her. |
Fleiri og nágreiniligari tøl eru at síggja í hagtalsgrunninum |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald