Eitt samt Løgting hevur í dag við triðjuviðgerð samtykt at hækka ættleiðingarstuðulin úr 75 tús. kr. upp í 100 tús. kr.
Annika Olsen, landsstýriskvinna fegnastum, at Løgtingið hevur tikið undir við hennara uppskotið, sum fer at bøta umstøðuna hjá foreldrum, ið skulu ættleiða barn.
???Eg gleðist um hesa samtykt, sum er einstór hjálp hjá teimum familjum, sum skulu ættleiða. Hækkaði stuðulin fer atlætta um fíggjarligu byrðuna av at ættleiða, og tað fegnist eg um,??? sigurAnnika Olsen.
Kostnaðurin at ættleiða er hækkaður nógvseinnu árini. Í 2009 var kostnaðurin um 95 tús. kr.,meðan hann í fjør var hækkaður upp í meira enn 154 tús.kr. Afturat hesum komaútreiðslur til lækna, koppseting, ferðing, uppihald í gevaralandinum o.a., oghesar útreiðslur eru eisini hækkaðar seinastu árini.
Talið av ættleiðingum í Føroyum seinnuárini hevur verið fallandi. Meðan talið hevur ligið um 10-14 ættleiðingar umárið, var talið av ættleiðingum í 2012 fallið til 5, og í fjør vóru 3ættleiðingar. Men tá hugt verður eftir talið av góðkenninginum avættleiðingarforeldrum, gevur hetta tó helst eina meira rættvísa mynd av gongdina.Talið góðkenningum hevur verið nøkulunda stabilt á í meðal 9 góðkenningum umárið.
Í løtuni eru 28 góðkendar umsóknir, iðbíða eftir at fáa boðið eitt barn. Og av tí at bíðitíðin er so broytilig, berikki til at siga nær tey, ið eru góðkend fáa biðið eitt barn, og nær tað kannkoma heim.
Leggjast kann afturat, at samanborið viðonnur norðurlond er ættleiðingarstuðulin í Føroyum nógv hægstur. Stuðulintil ættleiðing í hinum norðurlondunum liggur ímillum 30 og 50 tús. kr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald