2014-12-28 16:31

Um 4 tíðina í nátt varð boð sent eftir løgreglunu, tí eim maður í Vestmanna gjørdist óður í høvdinum. Hann hevði kenning, fór í bil og tók bæði knív og byrsu við sær í bilin. Tá ið løgreglan kom til Vestmannar, hevði maðurin koyrt í eina á, har fallið var 15 metrar høgt. Maðurin gjørdi so mikið av mótstøðu, at løgreglan mátti brúka piparspray fyri at sissa hann.
Maðurin var fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar, men er nú settur í klivan í Klaksvík.
Sí myndir á Portal.fo HER.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald