2017-02-26 10:45

Føstulávintshaldini kring landið hava sett síni spor hjá løgregluni í nátt. Nógv fólk hava hugnað sær í nátt, og nógv hava eisini fingið í meira lagi niðurum, tað hevur havt við sær, at nógv fólk hava ligið avdottin, sum løgreglan hevur brúkt nógva tíð uppá.
Løgreglan hevur verið fleiri ferðir úti hjá fólki, har húsaófriður hevur verið. ??friður hevur verið í býnum, og í Klaksvík hevur eitt harðskapsmál verið.
Í Vágum hevur bæði verið eitt ferðsluóhapp og rúsdrekkakoyring. Tað var ein hýruvognur ið var farin á rull, og hevði hann tikið ein lyktapela við sær, eingin fólkaskaði stóð av hendingini, men bilurin fór illa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald