2016-06-09 20:36

Seinnapartin í dag fór løgreglan út til Nólsoyar at gera ferðslukanningar. Av løgreglustøðini verður sagt, at tveir løgreglumenn vóru har í ein góðan tíma. Teir stegðaðu 5 bilum, og allir fingu bót, allir fingu fyri ikki at sita í trygdarbelti.
Løgreglan hevur fingið nógvar fráboðarnir um leysan seyð um alt landi í dag. Løgreglan hevur síðani ringt víðari til rættu viðkomandi fyri at fáa leysa seyðin av vegnum.
Innbrot hevur verið í einum vaskirúmið í Havn í kvøld. Tann ið breyt inn breyt eina telefon, sum fólkini koyra pengar í, tá ið tey skulu vaska. Tjóvurin tók peningin við sær.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald