2018-12-18 14:25

Ávaring til borgarnar í Fuglafirði
Fleiri 8 metrar langar plátur er rivnar av virkinum Vónin í Fuglafirði, og hesar fúka runt í tí nógva vindinum. Tí verður heitt á borgarnar í Fuglafirði um at halda seg innandurað fram til kl. 16.00.
Sløkkiliðið í Fuglafirði er á staðnum og metir átaksleiðarin, at støðan í løtuni er sera vandamikil.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald