Løgmaður setur ProVita-ráðstevnu um mannavirði og avleiðingar av fosturtøku
Í morgin og leygardagin verður stór ráðstevna í ??strøm sum felagsskapurin Pro Vita skipar fyri.
Evnið á ráðstevnuni er mannavirði og avleiðingar av fosturtøku. Hesi evni í fosturtøkuspurninginum eru merkt av tabu, og tí setir ProVita fokus á tey, við fyrilestrum á høgum fakligum støði við fyrilestrahaldarum úr Onglandi, Skotlandi, Danmark og Norra.
Ráðstevnan verður sett av løgmanni Aksel V. Johannesen fríggjadagin
27. apríl kl. 10.00.
Mynd: http://www.lms.fo/fo/kunning/til-fjolmidlar/myndasavn-logmadur/
Skrá:
Fríggjadagin 27. apríl:
10.00 Vælkoma og Aksel V. Johannesen, setir ráðstevnuna
10.15 Fyrilestur við John Smeaton: ???Hví fosturtøka ikki skuldi verið loyvd í Føroyum???
11.15 Kaffi
11.30 Fyrilestur við Sølvi Marie Risøy við støði í hennara PhD ritgerð: ???Hvørjar upplivingar hava kvinnur, tá ið frávik verða staðfest hjá fostrinum og støða skal takast til úrveljandi (selektiva) fosturtøku?
12.30 Ábit
13.15 Fyrilestur við Clarie Bremner: ???Hvørja hjálp kunnu tey fáa, ið líða av seinárini av fosturtøku????
14.00 Kaffi
14.30 Samanumtøka og samrøða
15.00 Endi
Leygardagin 28. apríl:
10.00 Vælkoma
10:15 Fyrilestur við Peter ??hrstrøm: ???Samspælið millum lívsáskoðan og etiska grundgeving???
11.15 Kaffi og spurningar
11.30 Fyrilestur við Emmet Dooley (serliga ætlaður ungdómi): ???Hvussu vinna hjarta og sinni gjøgnum samrøðu við ein í senn????
12.30 Ábit
13.15 Fyrilestur við Ludvig Nessa: ???Nær verður eitt menniskja eitt menniskja? Um avleiðingarnar av fosturtøku???
14.00 Samanumtøka og samrøða
15.00 Endi
Tiltakið er ókeypis og ikki er neyðugt við tilmelding.
Sí meira á heimasíðuni og Facebook hjá Pro Vita.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald