Politikkur

Løgmaður loysir Kára úr starvi

...

2013-09-05 21:05 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Løgmaður hevur í dag gjørt av at loysa Kára P. Højgaard úr embætinum sum landsstýrismaður í innlendismálum. Fyribils fyrisitur løgmaður innlendismál.

Løgmaður sigur í hesum sambandi: ???Eg virði tað stóra arbeiðið, landsstýrismaðurin hevur gjørt til tess at útbyggja undirstøðukervið, soleiðis at okkara samfelag støðugt kann betrast og mennast. Eg má tó ásanna, at málið hevur skapt so mikið nógv órógv, at eg nú meti, at tað kann ávirka virkisføri hjá landsstýrinum. Tí havi eg tikið hesa avgerð.???


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder