2014-08-24 00:37
Tað var sjálvur Føroya løgmaður - Kaj Leo Johannesen - sum stóð í málinum hjá 1. deildar liðnum hjá HB, tá ið teir í dag tóku ímóti FC-Suðuroy í Gundadali.
HB vann dystin 1-0, so løgmaður kláraði at halda málið reint hjá HB. Eisini førdi HB sigurin við sær, at FC-Suðuroy og 07Vestur skiftu um pláss í 1. deild, 07Vestur hevur eftir 2-1 sigurin á Víkingi 40 stig og liggur á 2. plássi, FC-Suðuroy hevur 38 stig og liggur á 3. plássi. Fremst í 1. deild er TB.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald