2013-10-08 14:31

Løgmaður hevur fingið løgfrøðiligu frágreiðingina um hvørt Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður í innlendismálum, hevur borið seg ólógliga at í embætisførslu síni í sambandi við ætlanina um at fara undir at gera ein undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð.
Løgfrøðiliga frágreiðingin er gjørd av embætismanni til løgmansnýtslu í rættarliga eftirlitinum sambært stýrisskipanarlógini § 33, stk. 3.
Løgfrøðiliga frágreiðingin kann lesast her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald