Vinna

Løgmaður: ES skal aldrin ráða yvir okkara ríkidømi

...

2015-06-11 00:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sambandsflokkurin hevði boðið til tíðindafund í morgun, fundurin var hildin á Gamla Apoteki.

Kaj Leo Holm Johannesen stóð fyri fundinum, og hann legði stóran dent á, at Sambandsflokkurin aldrin fór at ganga við til, at ES skal sleppa at stýra okkara veldiga ríkidømi. Tað skal stýrast av Løgtinginum segði hann.

Men hann legði eisini afturat, at sjálvt um vit aldrin skulu lova ES at stýra okkara ríkidømi, so skulu vit royna at fáa nýggjan handilssáttmála við ES, tí at tað gevur okkara vinnu sera góðar karmar at arbeiða undir, m.a. at avgjøldini verða burtur, soleiðis at okkara fyritøkur verða betri kappingarførar á ES-marknaðinum. Í løtuni missa vit nógvar pengar - í millarda vís av, at vit ongan sáttmála hava við ES.

Føroyar skal hava sama rætt á ikki yvirtiknum økjum sum Danmark

Kaj Leo legði eisini dent á, at vit skulu hava sama rætt á ikki yvirtiknum økjum. Vit vita at heilivágurin er sera dýrur, men vit skulu hava sama støði á prísinum á heilivági, sum Danmark hevur. Sum gongdin er í løtuni, so økjast útreiðslurnar nógv fyri heilivág, og tí mugu vit hava fatur á hvørjari krónu, sum vit kunnu fáa fatur á, av tí sama verða 10 tey næstu árini sera hørð. Tí skal blokkurin økjast.

Betri møguleiki at vit arbeiða saman við bláa vonginum

Um umboð hjá Sambandsflokkinum verður valt í Fólkating, so er tað ein størri kjansur fyri, at arbeitt verður saman við bláa vonginum, heldur enn reyða.

Tá handilsforingarnar vórðu settar í verk, skuffaði reyði blokkurin okkum nógv, og tí verður tað nemmari hjá okkum, at arbeiða saman við einum bláum vongi, segði Kaj Leo at enda.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder