2014-01-21 14:56
Seinnapartin í dag verður fundur millum løgmann og danska forsætisráðharran Helle Thorning-Schmidt í Keypmannahavn.
Á fundinum fara løgmaður og danski forsætisráðharrin millum annað at umrøða silda- og makrel málið, útlendingamál, SIFI bankar og marknaforðingar millum Føroyar og Danmark.
Í Danmark skal løgmaður eisini hitta Margrethu drotning.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald