
Løgmaður fer í vár á fund við forsetan í IOC, altjóða olympisku nevndini. Tann 31. oktober í 2014 sendi løgmaður skriv til Thomas Bach, forseta í IOC, við einari umbøn um fund. Partarnir hava nú avrátt at hittast.
Tað hevur løgmaður millum annað svarað Gunvør Balle, tinglimi hjá Tjóðveldi, í einum skrivligum § 52a fyrispurningi.
-Eg fari á fundinum við Thomas Bach at greiða frá føroysku støðuni og okkara góðu grundgevingum fyri, at Føroyar eiga at fáa limaskap í IOC. Fundurin er ikki ásettur enn, men Løgmansskrivstovan roynir at fáa fundin í lag sum skjótast, serliga tí tað nú er greitt, at okkara juniorsvimjarar ikki sleppa at luttaka í evropisku meistarakappingini (LEN) undir Merkinum, svarar løgmaður millum annað.
Svarið hjá løgmanni kann lesasther.
Kelda: tinganes.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald