Vinna

Løgdu 38.000m2 av asfalti uppá 5 nætur í Vágatunlinum

...

2021-05-26 18:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Asfaltfelagið Kreton hevur lagt nýtt asfalt á koyribreytina í Vágatunlinum. Talan er um eitt av teimumheilt stóru asfaltarbeiðunum í Føroyum, tí sløk 5.000 tons av asfalti blivu brúkt til hetta arbeiði.Tunnilin er knappar 5 km langur og allur vegurin varð asfalteraður uppá 5 nætur. 

- Arbeiði gekk sera væl, tí vit megnaðu at leggja 38.000 fermetrar av asfalti uppá einans 5 nætur,sigur Eyðun Magnussen, stjóri í Kreton. Okkara starvsfólk gjørdu eitt megnar arbeiði, og samstarviðvið Landsverk, sum framleiddi asfaltið, gekk eisini sera væl. 

Kreton stóð eisini fyri at fresa gamla asfaltið av í tunlinum. Hetta asfaltið skuldi endurnýtast avkommununum báðumegin tunnilin. 

Asfaltarbeiðið var liður í nýtímansgerð av Vágatunnlinum, sum eisini umfataði el-arbeiði, betongarbeiði, list og annað. Vágatunnilin varð tikin í nýtslu tann 10. desember í 2002, so tað eru knapt 20ár síðan vegurin varð asfalteraður. Tunnilin er 4,9 km langur, og har tunnilin stingur djúpast, eru 105metrar upp til sjóvarmálan. 

Entreprenørfelagið Kreton er heildarveitari innan asfaltarbeiði. Seinastu árini hevur fyritøkan gjørtstórar íløgur í asfaltsútgerð og er blivin ein av stóru aktørunum á føroyska marknaðinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder