2018-11-20 22:53

Í morgin, mikudag, fer Ljósmøðrafelagið á fund við semingsstovnin og lønardeildina hjá Fíggjarmálaráð.
Vit vóna at finna eina loysn soleiðis, at limir okkara kunnu møta aftur til arbeiðis beinanvegin.
Vit eru sera harmar um støðuna. Av tí at eingin avtala er um lønarsáttmála hjá ljósmøðrunum, hava ljósmøðurnar nú í 12 dagar bert kunna veitt mammum og børnum teirra bráðfeingishjálp og ikki ta fullu, góðu tænastuna, tey vanliga fáa og hava rætt til.
Vónandi fáa vit eina loysn í morgin.
- Ljósmøðrafelag Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald