JN

Livistøðið er hækkað munandi í Føroyum

...

2014-08-08 00:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Seinastu trý árini er livistøðið í Føroyum hækkað munandi. Lønirnar eru hækkaðar millum 3 og 4 prosent og skatturin er lækkaður, samstundis sum at prístalið er lækkað nógv hesi árini.

Seinastu trý árini er livistøðið í Føroyum hækkað munandi. Lønirnar eru hækkaðar millum 3 og 4 prosent og skatturin er lækkaður, samstundis sum at prístalið er lækkað nógv hesi árini.

Fyrst í 00???unum vaks prístalið í Føroyum nógv, alt ov nógv. Tað vil siga, at tað gjørdist dýrari at liva. M.a. vaks prístalið heili 14 prosent frá 2004 til 2008. Prístalið er kostnaðurin at rinda fyri eitt húsarhald.

Hetta hevði við sær, at tá ið lønirnar hjá húsarhaldinum høvdu rindað tær neyðugu vørurnar, var so at siga onki eftir av lønunum. Við øðrum orðum megnaðu lønirnar bert við neyð og deyð at yvirliva prístalið.

Men í 2012 fingu øll skattalætta; serliga tær berandi inntøkurnar í húsarhaldunum. Síðani eru lønirnar eisini hækkaðar millum 3 og 4 prosent. Samstundis sum prístalið hesi árini er lækkað. Tað er lækkað á leið eitt prosent. Fólk hava hava tí munin meira av peningi um hendi, umframt at tað er bíligari at liva.

Tað var eisini í 2012 at prístalið byrjaði at lækka aftur. M.a. lækkaðu oljuprísirnir, bankarnir fóru at kappast og hetta hevði við sær, at rentan lækkaði.

Í hesum sama tíðarskeiði, altso frá 2011 til 2014, eru millum 5-600 fleiri løntakarar. Í hesum føri verður snakkað um A-inntøkur. Tað eru eisini vorðin fleiri sjálvstøðug vinnurekandi og fleiri føroyingar hava fingið arbeiði uttanlands. Alt hetta tilsamans gevur 1700 fleiri fólk í arbeiði enn í novembermánað í 2011.

Tað merkist eisini millum fólk, at bjartskygni er stórt. Frá fólkaminking í fleiri ár, er nú fólkavøkstur. Fólk eru eitt sindur leysari á pengapunginum. Jú, tað grør um gangandi fót. Tað fara vit at síggja á fólkamongdini á Vágsbøi í kvøld.

Skrivað hevurDanial Viðoy

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder