2016-07-14 06:14

Um 20 tíðina í gjárskvøldið sendi MRCC Tórshavn boð eftir Rescue Lív, tí ein bátur hevði fingið trupuleikar um Kirkjubønes.
Lív fór av havnini klokkan 20:06, og klokkan 20:13 var Lív hjá bátinum ið hevði fingið motorsteðg um Kirkjubønes. Lív tók bátin uppá sleip, og sleipaði bátin til Argir. Tá klokkan var farin av 21 í gjár var báturin aftur í báthylinum úti á Argjum.
Sunnudagin sleipaði Lív ein bát til Runavíkar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald