2021-08-05 22:15
Í góðveðrinum í dag vóru boð eftir Rescue LÍV at fara einum báti, sum lá ein fjórðing suður úr Mjóvanesi, til hjálpar.
Báturin, sum hevði maskintrupulleikar, var sleipaður at bryggju á Argjum.
Hetta var síðsti túrur á seinastu vaktini hjá Jens Hansen, sum gevst sum fastur partur av manningi á Rescue LÍV í dag.
Hóast seinasta vaktin, so verður Jens kortini framvegis knýttur at bátinum - og tí eru vit takksom fyri, skrivar Rescue Lív á Facebook.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald