2019-08-02 23:08

Beint eftir klokkan 21 í kvøld steðgaði ein bátur upp, sum hevði verið við í siglingini av Eiði til Hósvíkar. Báturin var tá farin víðari úr Hósvík, og komin um Kjalnestanga fekk hann motortrupuleikar.
Lív sum eisini var við í siglingini gjørdi skjótt av, og fór at byrja at sleipa bátin til Argir. Klokkan 23 kom Lív á Argir við bátinum.
Hesar myndirnar tóku vit ávegis vestur úr Hósvík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald