JN

Lív hevur seinnapartin hjálpt einum báti

...

2016-06-17 17:05 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Seinnapartin í dag fekk MRCC-støðin í Havn eina fráboðan um, at ein bátur ikki fekk siglt. Báturin var tá staddur við Kirkjubønes, verður upplýst av MRCC-støðuni fyri JN.fo.

Rescue Lív loysti av Havnini kl:15:30 og fór stimandi til bátin ið hevði fingið trupuleikar við Kirkjubønes, og var góðar 10 min seinni hjá bátinum.

Lív sleipaði bátin til Havnar, og var í Havn klokkan 16:40. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder