2013-07-19 00:29
Lítil príslækking seinasta árið
Frá øðrum ársfjórðingi í fjør til annan ársfjórðing í ár er Brúkaraprístalið lækkað 0,4 prosent.
Prísirnir eru lækkaðir í fleiri nýtslubólkum. Í bólkinum samskifti eru prísirnir farnir 2,7 prosent niður, í innbúgv, húsbúnaður o.l. 2,5 prosent og fyri býli eru prísirnir lækkaðir 1,6 prosent. Eisini í nýtslubólkunum flutningur, frítíð og mentan, og ymiskar vørur og tænastur eru prísirnir farnir niður seinasta árið.
Mesti prísvøkstur hevur verið í nýtslubólkinum klædnavørur og fótbúnaður, sum er hækkað 3,7 prosent.
Árligi prísvøksturin á matvørum var 1,3 prosent. Tað eru serliga prísirnir á frukt og grønmeti, sum eru hækkaðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald