Kanningar, sum Havstovan hevur gjørt í ár, hava víst, at gróðurin í ár hevur verið sera lítil.
Á hvørjum sumri ger Havstovan kanningar av gróðri á Landgrunninum. Í samstarvi við Lívfiskastøðina í Skopun verða mátingar gjørdar hvørja viku av nøgdunum av plantuæti íSkopunarfirði. Hesar mátingarnar umboða væl tær innaru landgrunsleiðirnar. ??rslitini frá mátingunum í ár vístu tær lægstu nøgdirnar av plantuæti síðani 1997, tá hesar mátingarnar byrjaðu (Svarta strikan á mynd 1).
Eisini samlaða framleiðslan av plantuæti á Landgrunninum var av tí minsta, sum mátað er, síðani tær kanningarnar byrjaðu í 1990 (Mynd 2).
Árini frammanundan hava vit sæð eitt rættiliga gott samsvar millum broytingarí gróðri og í fiski á Landgrunninum. Tó hevur tilgongdin av toski og hýsu hesi seinastu árini verið nakað minni enn væntast kundi út frá gróðrinum einsamøllum.
Kelda: Havstovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald