Avreiðingarnar av botnfiski eru tilsamans áleið á sama støði tríggjar teir fyrstu árfjóðringarnar í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør.
Av toski er sama nøgd landað higartil, í ár meðan hýsu og upsanøgdin er minkað 6-7%. Størsti vøksturin í nøgd er at síggja í øðrum botnfiski, eitt nú longu, har nøgdin er vaksin góð 40% ímun til í fjør.
Tað sæst á virðinum á avreiðingunum, at prísirnir roynast eitt vet betri í ár enn í fjør. Yvirhøvur er avreiðingarvirðið nakað frægari á botnfiskinum í ár. Sjálvt um nøgdin á botnfiskinum ikki er frægari enn í fjør, so veksur virðið tó við 6%.
Fyrstu tríggir ársfjóðringarnir í ár geva eina ábending um, at feskfiskaveiðan í ár heldur ikki fer at hilnast væl. Afturgongdin, sum hevur verið í avreiðingunum seinastu árini, heldur fram.
Verða hesir tríggir ársfjóðringarnir í ár samanbornir við sama tíðarskeið undanfarin ár, sæst at veiðan fyri tíðina er vánalig. Í talvuni og myndini niðanfyri er avreidda nøgdin fyri tríggjar ársfjóðringar í ár samanborin við sama tíðarskeið undanfarin ár. Tað sæst, at botnfiskanøgdin seinastu nógvu árini er støðugt minkað, og skal ein aftur til tey vánaligu fiskiárini fyrru helvt av 90-unum at finna samanlíknilig tøl fyri veiðuna í ár ??? og hon er enntá farin niður um ringu støðuna tá.
Hagtøl fyri avreiðingar til og við august 2014 eru nú tøk í hagtalsgrunninum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald