Mentan

List og kvirra í Vestmanna kirkju í døgunum 4-6. juli

...

2014-07-01 14:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í samband við Fjarðastevnu komandi vikuskifti, verður List og Kvirra í Vestmanna kirkju, har myndir hjá Astrid Andreasen, sum er ættað úr Vestmanna, verða sýndar fram.

Kirkjan er opin frá fríggjakvøldinum og til sunnukvøldið, har tey, sum ynskja tað, kunnu koma inn í kirkjuna at síggja myndirnar hjá Astrid Andreasen og sita ein løtu í kvirru í kirkjurúminum, eisini ber til at tendra ljós.

Fríggjakvøldið 4. juli kl. 20.00 letur framsýningin upp. Í hesum sambandi heldur Marjun í Kálvalíð, sóknarprestur, stuttan fyrilestur um fiskin sum kristið tekin, og Vestmanna kirkjukór syngur. Aftaná verður drekkamunnur í kirkjukjallaranum.

Leygardagin 5. juli, er kirkjan opin frá kl. 17.00-22.00.

Sunnudagin 6. juli kl.11.00, verður guðstænasta við Theodor Eli Dam Olsen. Og kirkjan verður opin frá kl. 15.00-20.00.

Prestarnir í Norðurstreymoyar prestagjaldi verða hjástaddir í kirkjuni allar dagarnar.

Vestmanna kirkjuráð og prestarnir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder