Vinna

Lis og Jóhan í Niðristovu hava keypt Kommandørhúsini

...

2016-12-06 08:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Kommandørhúsini, sum Landsstýrið  átti, hava staðið til sølu í eina tíð, Landsstýrið vildi hava kr. 4,5 milliónir fyri húsini.

Í gjár vórðu tey seld fyri kr. 4,55 milliónir, tað eru Lis og Jóhan í Niðristovu sum keyptu stóru húsini Yviri við Strond.

Sambært Degi og Viku í gjárkvøldið, so er ætlanin at umbyggja Kommandørhúsið til gistingarhús.

Lis hevur roynt gistingarhús-vinnuna áður, hon var eitt tíðarskeið stjóri á núverandi Hotel Føroyum, hon rekur eisini Kaffihúsið í Havn saman við dóttrini Beintu.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder