Vinna

Lindin ynskir Alzheimerfelagnum tillukku

...

2021-09-06 14:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í samband við 20 ára dagin hevur Lindin framleitt eina poddvarprøð um demens í Føroyum

Miðallivialdurin er hækkaður seinastu árini.

Tá fólk gerast eldri er størri møguleiki at fáa staðfest demens.

Alheimsheilsustovnurin, WHO, hevur í september 2021 kunngjørt, at júst nú um allan heimin hava 55 milliónir fólk onkra demenssjúku. Í 2030 er væntandi at 78 milliónir hava demenssjúku og í 2050 er væntandi at 139 milliónir fara at hava demenssjúku.

Hetta førir við sær, at vit í okkara føroyska samfelag, standa við eina stóra avbjóðing í komandi árum.

WHO hevur júst staðfest, at flestu lond í heiminum taka ikki demens avbjóðingina í nóg stóran álvara.

Nógv tøk eru tikin í Føroyum seinastu árini, men flestu fakfólk á økinum eru tó samd um, at tað er ikki nokk gjørt. Tey tøk, sum eru tikin seinastu árini í Føroyum, eru ofta fyrst tikin av Alzheimerfelagnum, felagið hjá teimum avvarðandi, og ikki av almennum myndugleikum. Sjálvandi kann ein halda, at slík tøk áttu at verið tikin av almennu myndugleikunum, men hinvegin tá tað kemur frá teimum avvarðandi, so kann hugsast at tað gerst meira burðrardygt.

Tað hevur ofta verið soleiðis, at tá Alzheimerfelagið hevur tikið eitt tak, sum var væleydnað, hava almennu myndugleikarnir hareftir tikið uppgávuna á seg. Til dømis varð fyrsta dagtilhald til demensrakt stovnað av Alzheimersfelagnum. Hetta dagtilhaldið, Stjørnulon, er í dag dag verður yvirtikið av Tórshavnar Kommunu. Somuleiðis er tað gleðiliga hent, at nógvar føroyskar kommunur hava stovnað dagtilhald fyri fólk, ið eru rakt av demens.

Ein onnur uppgáva í samband við vaksandi demensavbjóðingina er at savna og gera kunning til avvarðandi, starvsfólk og lesandi. Til hendan tørv hevur Lindin seinastu tíðina gjørt nógv interview um demens. Soleiðis ynskir Lindin at lýsa eisini ta andaligu síðuna hjá teimum demensraktu og teimum avvarðandi í tí uppfatan, at vit menniskju hava eina andaliga síðu, eina kropsliga síðu, eina sálarliga síðu og eina sosiala síðu.

Hesi interview eru nú savnaði í eini poddvarp-røð sum eina heilsan til Alzheimersfelagið, ið fyllir 20 ár í komandi døgum. Poddvarprøðin inniheldur hesi interview:

-Sofus Joensen um demenssjúkur

-Eydna Sundstein á Geilini um viðgerð av demenssjúku

-Jonna á Sondum Eystbúð um dagtilhaldið Stjørnulon til demensrakt

-Beinta Áargarð um tá dement fólk mugu flyta á røktarheim

-Elsa Johannesen um at vera dóttir til mammu við demens

-Pál Weihe um at vera maki til demensrakta konu

-Unn Justinussen um hvat ein demenssamskipari er

-Eydna Háberg og Sigrun Mohr um søguna hjá Alzheimerfelagnum

-Ann-Mari Jensen, forkvinna í Alzheimerfelagnum, um felagið í dag og í framtíðini

-Christine Toft Kristensen um gudstænastur/møtir til fólk við demensi

-Jóhannes Miðskarð um hví Gud loyvir demens

Tað vera gjørdar einstakar samrøður um demens afturat og hesar vera lagdar afturat playlistanum so hvørt. Tí ræður um at ???subsribe???a???, ???abonner??? ella ???følg??? um tú vilt fáa hesar nýggju samrøður til tína fartelefon ella teldil.

Poddvarprøðin finst á flestu poddvarp-plattformum, t.d. Apple podcast, Google podcast og Spotify. Leita eftir ???Demensraktur???. Somuleiðis er møguligt at hoyra alla røðina her: https://lindin.fo/poddvarp/436

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder