JN

Ligið í fimm ár: Nú skal trolarin Ros úr Føroyum

...

2014-01-28 02:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Russiski trolarin, Ros, sum føroysku myndugleikarnir í juli 2008 løgdu hald á fyri ólógliga fiskiveiðu, liggur framvegis við kaj í Kollafirði.

Reiðaríið, sum átti Ros, er farið á húsagang. John Kølbæk, fúti, sigur, at ákæruvaldið, sum nú hevur ábyrdina av skipinum, roynir at sleppa av við skipið.

Millum annað hevur verið roynt at fáa fatur á russsiska bankanum, sum hevur veðhald í skipinum, og roynt hevur eisini verið at fáa samband við bústjóran.

Hetta er tó heldur ikki eydnast - møguliga tí trotabúgvið er uppgjørt. Ros varð saman við einum øðrum skipið tikið fyri ólógligan fiskiskap undir Føroyum á sumri 2008.

Kostar fútanum hundraðtalstúsund krónur

Finn Ougaard segði við útvarpið í 2010, at russiski trolarin Ros kostar slakar 10.000 krónur hvønn mánað, trolarin liggur við bryggju í Kollafirði.

Sostatt hevur russiski trolarin kostað fútanum hesi skjótt átta árini, hann hevur ligið við kaj í Kollafirði, fleiri hundraðtúsund krónur.

John Kølbæk, fúti, sigur, at samband hevur verið við russisk embætisfólk, men har var eingin hjálp at fáa. Tí verða aðrir møguleikar nú kannaðir, so skipið kann fáast úr Føroyum, tað skrivar kvf.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder