Politikkur

Liðlækni skal tryggja øllum góða sjúkraflutningstænastu í Føroyum

...

2014-10-15 21:25 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroyska Sjúkraflutningstænastan fær nú ein liðlækna. Landsstýrismaðurin í heilsumálum heitti í gjár á Landssjúkrahúsið at seta liðlækna at hava evstu ábyrgd av sjúkraflutningstænastuni fyri Føroyar. Liðlæknin skal tryggja, at sama góða tænasta verður veitt um alt landið.

Sjúkraflutningstænastan rykkir út til tey, ið brádliga hava tørv á hjálp orsakað av óhappi ella sjúku, føðing ella annað. Sjúkrabilar røkka nærum út í hvønn krók í landinum og saman við tyrluflúgving kunnu allar Føroyar og havøkið rundan um røkkast skjótt.

Liðlæknin, sum nú verður setur, skal hava umsjón við tænastuni og skal tryggja førleikarnar hjá teimum starvsfólkum, sum virka í sjúkraflutningstænastuni. Tað merkir millum annað, at hann hevur ábyrgdina av, at starvsfólkini fáa góðkenda útbúgving og tryggjar, at útbúgvingin verður dagførd á hvørjum ári.

Liðlæknin skal eisini góðkenna, at viðgerðartólini í sjúkrabilunum lúka altjóða krøv og at hesi eru eins, soleiðis at øll sjúkraflutningsstarvsfólk kenna tólini uttan mun til hvør sjúkrabilur er á staðnum.

Liðlæknin hevur myndugleika á øllum trimum sjúkrahúsunum og skal arbeiða saman við leiðslunum á Suðuroyar sjúkrahúsi, Klaksvíkar sjúkrahúsi og Landssjúkrahúsinum fyri at røkka málinum at tryggja eina eins góða sjúkraflutningtænastu um alt landið.

Somuleiðis hevur liðlæknin myndugleika yvir øllum sjúkraflutningsstarvsfólki og útgerð í landinum.

Krøv til liðlæknan

Sjúkraflutingstænastan er skipað við kunngerð frá 2010. Í kunngerðini er ásett, at liðlæknin skal vera serlækni í anestesiologi, eisini rópt narkosulækni. Anestesiologar hava prehospitala útbúgving, og eru akuttlæknar bæði inni á sjúkrahúsinum og uttanfyri sjúkrahúsið. Serkunnleikin fevnir um narkosu, intensiva viðgerð og prehospitala viðgerð. Sum dømir um hetta kunnu nevnast

1) viðgerð av intensivum sjúklingum á intensivum deildum,

2) standa fyri tilbúgvingini inni á sjúkrahúsinum og fara til hjálpar, tá ið aðrir læknar hava trupulleikar,

3) teir eru útbúnir KOOL læknar (t.e. kunnu koordinera eitt skaðastað),

4) teir eru AMK læknar (t.e. akutt medisinskir samskiparar),

5) teir kunnu umsita og vera við í læknaambulansum og tyrlum,

6) servitan innan viðgerð av kavarasjúkum,

7) í øðrum londum eru anestesiologar liðlæknar og menna sjúkraflutningstænasturnar har.

Miðað verður eftir, at liðlæknin verður settur í seinasta lagi hálvan november í 2014.

Heilsumálaráðið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder