JN

Leys størv í Vága kommunu

...

2014-07-31 15:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Leiðari til Smílikulluna.


Søkt verður eftir leiðara til frítíðarskúlan Smílikulluna, at byrja 1. september ella eftir nærri avtalu. Tann, ið settur verður, skal vera námsfrøðingur. Talan er um eitt fulltíðarstarv. Starvið verður lagt til rættis í tøttum samstarvi við arbeiðsgevaranum.

Vit ynskja:
Ein leiðara, sum hevur hugsjónir, og vil virka fyri einum høgum fakligum støði.
At tú dugir at fyrisita og umsita fíggjarviðuskifti.
At tú hevur góð samstarvsevnir.
At tú ert før/førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir.
At tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgunum.

Meiri um Smílikulluna fæst at vita við at fara inn á heimasíðuna www.smilikullan.fo

Umsóknir skulu sendast til [email protected]
ella til:
Vága Kommuna
Hammershaimbsvegi 1
360 Sandavági
Merk teldupostin ella brævbjálvan ???umsókn til Smílikulluna???

Umsóknir saman við prógvum, royndum og viðmælum, skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi tann 11. august 2014 kl. 12.00.


Samskipari til eina verkætlan fyri ungdómshúsið Loftið.

Søkt verður eftir einum samskipari til eina verkætlan til ungdómshúsið ???Loftið???. Talan er um eitt ½ tíðar starv. ??tlanin er at seta starvið í 1 ár frá 1. september 2014 ella eftir nærri avtalu. ??tlanin er, at samskiparin skal stíla fyri einum fjølbroyttum og kveikjandi virksemi bæði fyri ung og eldri.

Starvið verður lønt sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag.

Vit ynskja at tú ert:
Skipað/ur.
Ágrýtin.
Sjálvstøðug/ur og før/ur fyri at taka avgerðir.
Tolin.
Dámar at arbeiða við fólki, tað verið seg yngri sum eldri.
Hevur góð samstarvsevnir.

Um tú sært møguleikar til at átaka tær hesa avbjóðing, send so tína umsókn í seinasta lagi 11. august 2014 kl. 12.00 til
[email protected] ella til:
Vága Kommuna
Hammershaimbsvegi 1
360 Sandavági
Merk brævbjálvan ???umsókn til ungdómshúsið Loftið???


Námsfrøðingar til Miðgarð og Sóljugarð.

Søkt verður eftir námsfrøðingum til Miðgarð og Sóljugarð. Talan er um ávikavist 25 tíma starv og 15 tíma starv til stovur við børnum við serligum avbjóðingum at byrja frá 1. september 2014 ella eftir nærri avtalu.

Vit søkja eisini eftir:Námsfrøðingi til farloyvisstarv.
Søkt verður eftir námsfrøðingi til farloyvisstarv í Miðgarði. Talan er um eitt 35 tíma starv at byrja frá 1. oktober 2014 ella eftir nærri avtalu.

Arbeiðstíðin er í tíðarskeiðinum millum kl. 07.15 - 17.00. Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Um námsfrøðingur ikki søkir verður hjálparfólk sett ístaðin.

Vit ynskja:
At tú hevur góð samstarvsevnir.
At tú ert før/ur fyri at arbeiða sjálvstøðugt, tekur ábyrgd og ert nærverandi.
At tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgunum.

Meira um Miðgarð og Sóljugarð fæst at vita við at venda sær til heimasíðurnar: www.midgardur.fo og www.soljugardur.fo

Umsóknir saman við prógvum, royndum og viðmælum, skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi tann 11. august 2014 kl. 12.00.

Umsóknir skulu sendast til [email protected]
ella til:
Vága Kommuna
Hammershaimbsvegi 1
360 Sandavági
Merk teldupostin ella brævbjálvan ???umsókn til Miðgarð ella til Sóljugarð???

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder