JN

Lekin er partvís tettur og tað gongur væl við landingini

...

2014-02-26 13:12 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Menn hava nú tamarhald á støðuni umborð á ??got. Uttanborðs hava teir tett so frægt teir kunnu við presending, og innanborða hava teir bygt eitt skott fyri, tí ætlanin er, at tá liðugt er at landað, so skal Slættaberg frá og presending koyrast í holið uttanborða. Skottið, sum teir hava smíðað inni í lastini skal so halda presendingini, soleiðis at hon ikki verður trýst inn í skipið av sjónum. 

Sí eisini: ??happ á Klaksvík: Slættaberg rent á ??got.

Norðlýsið var niðri í lastini á ??got har frammi, tað er her bungan á Slættabergi hevur skrætt hol í skipssíðuna á ??got. Sum sæst á myndinum, ið tiknar eru upp undir lúkukarmin, so er dekkið boygnað rættuliga nógv so nógv, at sjálvur lúkukarmurin í bakborð er skrædnaður uppfrá dekkinum. Jú, ??got hevur fingið álvarsligan skaða í bæði borð. Tað skrivar nordlysid.fo.

Sí fleiri myndir á Norðlýsinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder