2019-01-13 11:25

Tað var fríggjadagin at ein ferðamaður fór til Fugloyar við tyrluni, hann skuldi innaftur á meginlandi seinnapartin sama dag, men tá ið Ritan var í Hattarvík var eingin maður at síggja. Hann hevði givið fólki á oynni telefonnummari hjá sær, men har var einki samband.
Veðrið var ov keðiligt at seta eina leiting í gongd fríggjakvøldi, so bíða var til í gjár at seta leiting í gongd. Tyrlan, løgreglan við hundum og staðkend fólk tóku lut í leitingini á landi í gjár, og Brimil leitaði á sjónum. Einki var at síggja til ferðamannin, og tí gav leitingin í gjár einki úrslit.
Leitingin er tikin uppaftur í dag, og verður leitað í dag har tað ikki bar til at leita í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald