2013-11-06 21:33
Tað almenna hevur sera stóran leiklut í, hvussu tað er at liva í Føroyum. Hetta er sami leiklutur, sum tað almenna hevur í okkara grannalondum. Hvørt land hevur sínar serskipanir, men samanumtikið er týdningurin av tí almenna tann sami og er umfatandi.Hagstovan útgevur í dag dagførda frágreiðing um tað almenna. Frágreiðingin lýsir leiklutin hjá tí almenna í føroyskum og altjóða búskapi fyri árini 1998 til 2011. Í hesum tíðarskeið sæst endin á kreppuni í nítiárunum, og fíggjarkreppan sum rakti í 2008. Í frágreiðingin verður alt tað almenna lýst: land, kommunur, ríkisfyrisiting og grunnar.Frágreiðingin er ætlað almenninginum og politisku skipanini. Vónandi kann hetta tilfarið eisini brúkast í undirvísingini.Eyðun Jakobsen, búskaparfrøðingur hevur skrivað frágreiðingina. Til ber at taka frágreiðingina niðurhersum pdf-fílu. |
Fleiri og nágreiniligari tøl eru at síggja íhagtalsgrunninum |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald