Lars Olsen, landsliðsvenjari, og Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari, leggja í løtuni seinastu hond á fyrireikingarnar til EM-undankappingardystin ímóti Norðurírlandi, sum verður á Windsor Park í Belfast leygarkvøldið.
- Vit hava havt nakrar góðar venjingar síðani vit komu til Belfast, og leikararnir tykjast vera væl fyri. Men vit kunnu rokna við, at norðurírar fara at spæla við høgari leikferð, og tað kann blíva stór avbjóðing fyri okkara leikarar, sigur Lars Olsen, landsliðsvenjari.
Leygarkvøldið spælir føroyska A-landsliðið fimta EM-undankappingardystin ímóti Norðurírlandi, síðani Føroyar møttu teimum fyrstu fer 1. mai í 1991. Ta ferðin gjørdist úrslitið 1-1, við máli sum Kári Reynheim skoraði við stútara, eftir innlegg úr høgru frá Allan Mørkøre.
Norðurírska liðið hevur fingið eina góða byrjan uppá undankappingina til EM 2016. Fyrsti dysturin var á útivølli ímóti Ungarn, og seinastu sjey minuttirnar vendu norðurírar dystinum og vunnu 2-1.
- Eg vænti, at vit verða settir undir stórt trýst beinanvegin, og sum eg havi skilt, so ætla teir at avgera dystin skjótast tilber, fyri síðani at spara nakrar leikarar í seinna hálvleiki, so hesir eru klárir til dystin týsdagin, tá Norðurírland skal spæla í Grikkalandi. Men teir spæla typiska bretska spælistílan, og hann plagar at passa okkum væl, so eg havi góðar vónir, sigur føroyski landsliðsvenjarin.
EM-undankappingardysturin ímillum Norðurírland og Føroyar verður leygardagin 11. oktober, kl. 19:45. Norðurírsku vertirnir hava boðað frá, at útselt er til dystin, sum verður á Windsor Park í Belfast, tað skrivar www.fsf.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald