Ítróttur

Leikararnir væl fyri til fyrstu venjingina

...

2014-09-02 03:47 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Fyrireikingarnar hjá A-landsliðnum til EM-undankappingardystin ímóti Finnlandi eru av álvara farnar í gongd, og mánakvøldið var fyrsta venjingin á skránni.

- Sjálvt um nakrir hava spælt týðandi dystir um vikuskiftið, meðan aðrir hava havt frí, so er gleðiligt at síggja, at allir leikararnir tykjast vera væl fyri, sigur Lars Olsen, landsliðsvenjari.

Mánakvøldið fór A-landsliðið við monnum av álvara undir fyrireikingarnar til EM-undankappingardystin ímóti Finnlandi, sum verður á Tórsvølli sunnudagin 7. september, kl. 19:45.

- Fyrsta venjingin gekk væl. Alex Mellemgaard fekk ein lítlan snudd og mátti gevast, men verður væntandi klárur aftur til venjingina týsdagin, sigur føroyski landsliðsvenjarin.

Fyrsta venjingin endaði við vanliga dystinum ímillum teir eldru ímóti teimum yngru. Rutinan vann, og úrslitið gjørdist 2-1 til eldra ættarliðið.

Sí myndir her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder