
Talan er um eitt spennandi starv, har tú kemur at hava stóra ábyrgd og arbeiða sjálvstøðugt við dagliga virkseminum av kaféini, saman við dugnaligu starvsfólkunum. Talan er um fulltíðarstarv.
Starvið: Vit sóknast eftir einum røskum og eldhugaðum persóni. Í tøttum samstarvi við hini starvsfólkunum á kaféini, kemur tú at menna staðið víðari og tryggja konseptið og dagliga raksturin av kafeini.
Krøv: Vit vænta, at tú hevur viðkomandi førleikar og royndir innan m.a.:
- leiðsluroyndir ella vilja til at leiða onnur
- ert tænastusinnað/ur
- hevur fíggjarligt skil
- førleika ella royndir innan marknaðarføring
- dugir væl at samskifta við veitarar og viðskiftafólk
- innkeyp av vørum og tænastum
Løn og setanarviðurskiftiFiskastykkið bjóðar eitt áhugavert starv í eini spennandi kafé í støðugari menning, og har tú hevur góðar møguleikar at ávirka víðaru menningina av kafeini.
Løn og setanarviðurskifti verða sambært avtalu við arbeiðsgevara.
UmsóknUmsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Símun Hammer, ráðgeva á VRG. tel. +298 566600 / [email protected]
Umsóknarfreistin er mánadagin 10. januar 2022. Umsókn við CV, prógvum, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til [email protected]
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald