![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Vit ímynda okkum ein leiðara, sum hevur hugsjónir og vil virka fyri einum høgum fakligum støði. Samtíðis er neyðugt, at viðkomandi dugir at fyrisita og umsita fíggjarviðurskiftini.
Søkt verður eftir leiðara til Dagstovnin Áarlon í Kvívík at byrja 1. desembur 2020, ella so skjótt sum møguligt. Dagstovnurin Áarlon í Kvívík , umfatar vøggustovu, barnagarð, frítíðarskúla og ungdómsklubb.
VIT BJ??ÐA:
· Eitt áhugavert starv, har tú hevur møguleika at seta dám á stovnin.
· Tú fært miðvísa fakliga upplæring og ráðgeving.
VIT V??NTA, AT T??:
· Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrunum og starvsfólkunum.
· Ert nærverandi og týðilig/ur.
· Vit vóna, at tú hevur leiðsluroyndir, tó er hetta eingin treyt.
· Kanst arbeiða sjálvstøðugt, samstundis sum at tú dugir væl at arbeiða saman við øðrum.
· Hevur teldukunnleika
· Hevur lætt við at orða teg munnliga og skrivliga á føroyskum.
SETANARVIÐURSKIFTI:
· Tann, ið settur verður, skal vera útbúgvin námsfrøðingur. Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
· Starvið er fulla tíð.
MEIRI F??ST AT VITA:
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Hera Müller, borgarstjóra, telefon 292402.
UMS??KN:
Umsókn saman við viðmælum, royndum og upplýsingum um útbúgving, skal vera Kvívíkar kommunu, Frammi í Gerði 1, FO-340 Kvívík, ella teldupost til [email protected] í hendi 30. septembur 2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald