2019-10-25 06:56

Starv sum leiðari fyri goymslu og logistikki í Sandávágs Timburhandli er leyst at søkja
Spennnandi og avbjóðandi starv sum leiðari fyri goymslu og logistikki er leyst at søkja í Sandavágs Timburhandli.Sandavágs Timburhandil er ein spennandi fyritøka við 46 árum á baki, ið veitir tænastur til byggimarknaðin.
Arbeiði umfatar fylgjandi arbeiðsøkir:
- Skipa fyri pakking av bilum og útkoyring
- Taka ímóti og skráseta inngangandi vørur
- Halda skil á goymsluskipan og á goymsluni
- Standa fyri samskipan av samstarvi við undirveitarar
Tann, sum verður settur í starv, skal tola skiftandi arbeiðstíðir og skal vera til reiðar at traðka til, um tørvur er á tí á øðrum arbeiðsøkjum.
Løn er sambært avtalu.
Møguligir áhugaðir umsøkjarar kunnu ringja til Albert Ari Thomassen á 53 30 53. Umsóknir kunnu sendast á [email protected].
Umsóknin skal verða okkum í hendi seinast 7. november kl. 12:00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald