JN

Leiðaraskiftið á Blákrossheiminum á Nesi

...

2019-08-28 20:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Leiðaraskiftið á Blákrossheiminum á Nesi.

Fríggjadagin kl 15 verður almenn móttøka fyri fráfarandi leiðara, Olgu Magnussen, og komandi leiðarar, Jüttu Olsen.

Olga Magnussen hevur verið ein trúfastur leiðari á Blákrossheiminum í 18 ár. Í 2001 var hon sett sum leiðari á Blákrossheiminum, sum tá var á Lynggøtu 12, Tórshavn, har hon var leiðari í 13 ár, áðrenn stovnurin flutti inn á Nes. Olga var við í tilgongdini at sniðgeva og innrætta nýggja Blákrossheimið, sum læt upp í 2014. Olga hevur eisini verið við at ment viðgerðartilboðið, til tað, tað er í dag.

Umframt leiðslu á Blákrossheiminum, hevur Olga verið sera virkin í altjóða felagsskapinum ???Blue Cross International??? og arbeitt fyri, at Føroyar stuðla felagsskapinum í teirra arbeiði.

Jüttu Olsen er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur verið í starvi, sum varaleiðari á Blákrossheiminum í 10 ár. Undanfarna árið hevur hon verið leiðari, ímeðan Olga var í farloyvi.

Umframt tann stuðul Jüttu hevur víst Olgu, tað tíð hon hevur verið varaleiðari, hevur hon eisini verið við frá byrjan við arbeiðinum ???DAT UNG??? ??? viðgerðartilboð til ung ??? og ment tað, soleiðis at tað í dag er ein viðurkend viðgerð í Føroyum. Les meiri um ???DAT UNG??? her

Móttøkan verður fríggjadagin 30. august kl. 15 til 18 á Blákrossheiminum á Nesi. Blái Krossur ynskir at takka Olgu Magnussen fyri tað arbeiði, hon hevur gjørt fyri felagsskapin, og alment seta Jüttu Olsen í starv, sum nýggja leiðara á Blákrossheiminum á Nesi.

??ll eru hjartaliga vælkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder