1. juli var leiðaraskifti á Havgrím Seaside Hotel 1948.
Henda dagin legði Beinta Rasmussenfrá sær og Jenny A. í Heiðunum tók við leiðsluni.Beinta, sum er útbúgvin tænari á Hotel Føroyum, arbeiddi aftaná á Hotel Føroyum ogHotel Tórshavn, har hon millum annað var við til at menna brasseríið.
Í 2009 setti Beinta, saman við mammu síni Lis Eklund, Kaffihúsið á stovn. Har starvaðist honsum dagligur leiðari til hon og mamman keyptu gomlu kommandørhúsini Yviri við Strond viðtí fyri eyga, at innrætta tey til hotel. Hotellið lat upp í apríl 2018, og síðani hevur Beinta veriðdagligi leiðarin.
Eftir 12 árum sum leiðari í familjufyritøkuni, hevur Beinta hug at royna okkurt annað, oghevur tí valt at lata leiðarastarvið frá sær. Eigarar og nevnd halda fram sum áður.
Jenny, sum tók við starvinum, hevur drúgvar royndir frá hotel- og tænastuvinnuni. Honhevur síðani 1996 starvast á Hotel Hafnia, Hilton Copenhagen Airport, Hotel Føroyum - sumEvent Manager, og seinastu 5 árini sum leiðari á Hotel Tórshavn, hvonn, Hotel Vágum ogeta hjá Gist&Vist-samtakinum.
Í sambandi við leiðaraskiftið verður móttøka á Havgrím Seaside Hotel 1948, Yviri við Strond14, mánadagin, 5. juli millum kl. 15-17. Tá er møguleiki hjá øllum at síggja hotellið og heilsauppá farandi og komandi leiðara
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald