2021-12-11 15:30

SSL: Erla Kongsdóttir siglir á leið 90, meðan brekið á Ternuni verður umvælt.
Á seinasta túrinum úr Nólsoy fríggjakvøldið, kom brek á ein generator umborð á Ternuni.
Ternan er tí fyribils tikið úr sigling og er staðfest, at orsøkin er skammlop í generatorinum.
Serkøn fólk eru í fer við at taka generatorin úr skipinum og skal hann í land at eftirhyggjast og umvælast.
Væntandi tekur umvælingin nakrar fáar dagar - í ringasta føri eina viku.
Erla kongsdóttir siglir fyribils á leið 90
Erla Kongsdóttir siglir nú á leið 90.
Fólk ið skulu hava akfør við, skulu ringja á tlf. 293150. Legg til merkis at avmarkað pláss er til bilar.
Vegna vánalig verðurlíkindi seinnapartin í dag, kunnu broytingar koma á leiðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald