JN

Leggja fyri við Finnlandi á heimavølli

...

2014-02-24 22:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Lutakastið til EM-undankappingina hevur verið í Nice í Fraklandi í dag, og føroyska landsliðið leggur til brots við einum heimadysti móti Finlandi tann 7. septembur

Lars Olsen var nøgdur við lutakastið til EM-undankappingina

Lutakastið í Nice fyrrapartin gav tað úrslit, at Føroyar komu í bólk saman við Grikkalandi, Ungarn, Rumenia, Finlandi og Norður-Írlandi. Lagt verður til brots tíðliga í heyst, tá ið Finland vitjar á Tórsvølli. Hetta verður sunnudagin 7. septembur klokkan 19.45.

Lars Olsen, landsliðsvenjari, var sum vera man heilt væl nøgdur við lutakastið. Hann hevði ynskt at koma í bólk saman við norðurlendskum og bretskum londum, og tað ynski fekk hann lutvíst uppfylt.

- Vit fingu so Finland og Norður-Írland, so har vóru tvey av teimum. Grikkaland er eitt sera sterkt lið, serliga á heimavølli, meðan Ungarn og Rumenia kenna vit hinvegin ikki so øgiliga nógv til, segði føroyski landsliðsvenjarin eftir lutakastið. Hann heldur tó, at góðir møguleikar eru fyri at fáa stig í hesari kappingini.

- Eg vildi mett, at vit hava møguleika fyri at fáa stig móti øllum liðunum, tá ið vit taka ímóti teimum á heimavølli, segði Lars Olsen. Hann iðraði seg tó um, at lutakastið til, hvussu spælast skal, førdi við sær, at Føroyar skulu spæla trupla útidystin móti Rumenia í mars mánað komandi ár, tá ið føroyska kappingin ikki er meiri enn farin av bakkastokki.
 
Skráin hjá føroyska landsliðnum í EM-undankappingini sær annars soleiðis út:

7/9 2014:
Kl. 19.45 Føroyar-Finland

11/10 2014: 
Kl. 19.45 NorðurÍrland - Føroyar

14/10 2014:
Kl. 19.45 Føroyar-Ungarn

14/11 2014:
KL. 19.45 Grikkaland-Føroyar

29/3 2015:
Kl. 17.00 Rumenia-Føroyar

13/6 2015:
Kl. 19.45 Føroyar-Grikkaland

4/9 2015:
Kl. 19.45 Føroyar-NorðurÍrland

7/9 2015:
Kl. 19.45 Finland-Føroyar

8/10 2015:
Kl. 19.45 Ungarn-Føroyar

11/10 2015:
Kl. 17.00 Føroyar-Rumenia

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder