
Hvørja ferð tú keypir jólamerki frá Posta, fer vinningurin til Jólamerkjagrunnin, sum stuðlarsamfelagsgagnligum verkætlanum fyri børn og ung. Í ár hevur Jólamerkjagrunnurin gjørt av at lataverkætlanini ?????ll hava rætt til góð barnaár??? kr. 206.000 í stuðli.
?????ll hava rætt til góð barnaár??? er eitt tilboð hjá Bláa Krossi Føroya, ið hjálpir børnum og ungum viðforeldrum, sum hava ella hava havt rústrupulleikar.
Starvsfólkini eru fakfólk, ið arbeiða út frá teirri hugsjón, at "Ongin eigur at vaksa upp við rúsaðumforeldrum Um børn og ung gera tað, skulu tey hava møguleika fyri at fáa hjálp".
?????ll hava rætt til góð barnaár??? bjóðar ókeypis samrøðubólkar, einstaklingasamrøður ogfamiljusamrøður. Bólkarnir eru samansettir eftir aldri, og við serkønari hjálp og vegleiðing práta teysaman um sínar upplivingar, kenslur og tankar.
Mett verður, at uml. 1.200 børn eru í Føroyum, har foreldrini hava trupulleikar við rúsdrekka ellarúsevnum.
Tey, ið varða av ?????ll hava rætt til góð barnaár???, uppliva javnan, at fólk ikki vita um tilboðið. Tí er taðumráðandi at gerast sjónligari, og tí verður farið undir at menna:
??? Eina heimasíðu
??? Lýsingafilm ella filmar
??? Faldarar og plakatir
??? Annað lýsingatilfar
Fyribyrgingardeildin hjá Bláa Krossi Føroya er ikki á fíggjarlógini, og tí eru allar útreiðslur tilfyribyrging goldnar við gávum frá einstaklingum og fyritøkum.
Jólamerkini kunnu keypast á Posta og á stamps.fo. Í ár hevur Miriam Hinz sniðgivið jólamerkini, ogkostar arkið kr. 30,-
Jólamerkjagrunnurin ynskir ?????ll hava rætt til góð barnaár??? góða eydnu við verkætlanunum.
Í Jólamerkjagrunninum eru:Joel undir Leitinum, stjóri á Posta, formaðurEdvard Heen, stjóri á Almannaverkinum, nevndarlimurFróði Joensen, barnalækni, nevndarlimur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald