JN

?????-beinleiðis??? á Portalinum

...

2013-09-12 17:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

?? hevur gjørt avtalu við Knassar um, at ungdómssendingin ?????-beinleiðis??? verður streamað-beinleiðis, sum sjónvarpssending á www.portal.fo hvønn hósdag frá kl.15.00 til 17.00. Fyrsta sjónvarpssendingin verður longu hósdagin 12. september.

- Tað er týdningarmikið, at vit ikki standa í stað, men at konseptið verður ment alla tíðina. Umframt at gera avtalu við Knassar hava vit gjørt avtalu við SMS um, at sjónvarpssendingin verður streamað beinleiðis frá Torginum í SMS, sigur Hanus Samró, partaeigari av ??.

Innihaldið verður óbroytt. Dentur verður framvegis lagdur á lestrarumhvørvið í Føroyum. Hvussu er at liva og lesa í Føroyum. Harumframt tosa vit við lesandi, sum annaðhvørt íðka ítrótt ella tónleik. Hvussu sampakkar skúlin við ítróttin og/ella tónleikin. Ungmannafeløgini fara framhaldandi at kjakast um viðkomandi og háaktuell evnir. Til síðst kann sigast, at vikuskiftið verður umrøtt.

Skráin fyri hósdagin 12. september er:

Samrøða við Teit Gestsson, sum er málmaður hjá besta liðnum hjá HB og U21 landsliðnum, men sum byrjaði á Fróðskaparsetrinum í summar. Hava samrøðu við Trygva Danielsen, sum hevur givið eina fløgu/stuttsøgusavn út, har hann millum annað greiðir frá stuttsøgusavninum og lesur nakrar yrkingar upp. Ungmannafeløgini fara at kjakast um, um ???fólkaræðið er í vanda ella ikki.???

Fyrsta sendingin verður streamað á portalinum hósdagin 12. september frá kl.15.00 til 17.00.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder