Bogaskjótisamband Føroya skrivar:
Leygardagin 22. februar 2014 skipaði Vágaskot fyri nýggjari kapping í hølinum í Miðvági.
Talan var um eina innandura kapping, sum vit kalla Las Vegas 900, har skotin verða tríggjar ferðir 3 umfør á 30 pílar - íalt 90 pílar. Tað, sum er annarleiðist við kappingini er serliga fyri compound, har skotið verður við somu stødd av 10'ara, sum recurve brúka. Afturat verða skrásettir innaru 10'arar - X'arar.
Vinnari compound: Hans Asbjørn Eysturdal, ??rvur.
Vinnari recurve: Eggaba Andreasen, Vágaskot.
Innleiðandi úrslitini í compound:
Albert Dam, ?? (297+295+293) 885 stig F
Jógvan Niclasen, T (291+296+290) 877 stig P
Hans Asbjørn Eysturdal, ?? (289+288+296) 873 stig P
Kaj Johannesen, ?? (292+289+292) 873 stig P
Sigrid VAng, ?? (287+288+287) 862 stig P
Schandorff Vang, ?? (288+284+287) 859 stig P
Anja Johansen, V (282+280+286) 848 stig P
Jim S. Guttesen, V (287+271+275) 833 stig P
Rakul Dam, T (272+272+281) 825 stig P
Innleiðandi úrslitini í recurve:
Eggaba Andreasen, V (268+264+262) 794 stig F
Hans Petur Højgaard, ?? (251+241+262) 754 stig P
Jastrid M. Jensen, T (246+236+251) 733 stig P
Miriam Haraldsen, V (224+237+226) 687 stig P
Teitur Dalsgarð, V (230+249+168) 647 stig P
Teitur mátti tíverri gevast í seinasta umfari og fekk sostatt ikki skotið allar sínar pílar.
Síðan varð farið beinleiðis til hálvfinalurnar - t.v.s. bert 4 tey bestu sluppu víðari. Her bleiv framhaldandi skotið við somu stødd av 10'arum, men munur var ikki gjørdu á 10'ara og X'ara. ??ll skutu samstundis.
1/2 compound: Albert-Kaj (29-30, 29-28, 30-27, 30-27) 6-2. Hans Asbjørn-Jógvan (30-29, 28-29, 28-30, 30-29, 29-28) 6-4.
1/2 recurve: Eggaba-Miriam (27-26, 25-28, 28-18, 26-25) 6-2. Jastrid-Hans Petur (23-25, 25-25, 24-24, 21-26) 2-6.
Tá komið varð til bronsu- og gullfinalurnar blivur tær skotnar hvør sær við skiftivís skjóting við bert 20 sekundum til hvønn píl. Mannagongdin er, at hægst rankaði skjúttin frá innleiðandi velur, hvør skal skjóta fyrst. Eftir hvørt umfar byrjar so tann, sum er aftanfyri. Stendur á jøvnum, so byrjar sami skjútti, sum byrjaði fyrst í dystinum. Stendur á jøvnum, tá liðugt er, verður umskjóting við einum píli, har hugt verður eftir, hvør er næst miðjuni.
Bronsufinala recurve: Miriam-Jarstrid (26-22, 19-24, 24-29, 26-24, 26-25) 6-4.
Gullfinala recurve: Eggaba-Hans Petur (26-23, 28-20, 27-26) 6-0.
Bronsufinala compound: Kaj-Jógvan (30-30, 29-30, 29-29, 28-30) 2-6.
Gullfinala compound: Albert-Hans Asbjørn (30-26, 29-29, 29-30, 26-29, 29-28) 5-5. Umskjóting skuldi til og skutu báðir X-X, men Hans Asbjørn var einar 2 mm nærri miðjuni og vann sostatt dystin.
Um skotið hevði verið sum vanligt
Fyri stuttleika varð eisini hugt eftir, hvussu hevði gingið, um vit høvdu skotið, sum vit gera vanligt innandura - t.v.s. vanligu 10'arar, sum compound skjúttar skutu, verða drignir frá úrslitinum, so høvdu úrslitini verið hesi:
Albert Dam (289+288) 577 stig
Jógvan Niclasen (282+287) 569 stig
Sigrid Vang (277+283) 560 stig
Hans Asbjrøn Eysturdal (281+279) 560 stig
Kaj Johannesen (278+276) 554 stig
Anja Johansen (278+274) 552 stig
Schandorff Vang (276+274) 550 stig
Jim S. (277+266) 543 stig
Rakul Dam (266+271) 537 stig
Hjá recurve er eingin broyting í, men hyggja vit álíkavæl eftir tveimum teimum fyrstu umførunum, sum er grundalagið, so vóru úrslitini hesi:
Eggaba Andreasen, V (268+264) 532 stig
Hans Petur Højgaard, ?? (251+241) 492 stig
Jastrid M. Jensen, T (246+236) 482 stig
Teitur Dalsgarð, V (230+249) 479 stig
Miriam Haraldsen, V (224+237)461 stig P
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald