Ítróttur

Lars Müller skal døma steypafinaluna

...

2014-08-23 14:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nú er greitt, at tað verður Lars Müller, ið skal døma finaluna í kappingini um Løgmanssteypið. Finaluna hjá kvinnunum dømir Elsa Andreasen.

Lars Müller hevur dømt í vaksnamannadeildini síðani 1999, og hesi fimtan árini hevur hvalbingurin virkað sum dómari í 234 dystum og hjálpardómari í 75 dystum.

Hjálpardómarar í steypafinaluni verða Regin Egholm og Andreas P. Hansen, meðan Páll Augustinussen verður 4. dómari.

Hetta er aðru ferð, at Lars Müller skal døma finaluna í steypakappingini hjá monnum. Fyrru ferðina var í 2011, tá ÍF og EB/Streymur vóru í finaluni.

Finalan um Løgmanssteypið, sum í ár verður millum HB og Víking, verður á Tórsvølli leygardagin 30. august, kl. 19:45.

Steypafinaluna hjá kvinnunum dømir Elsa Andreasen. Hjálpardómarar verða Jan Hermansen og Rani Skaalum, og 4. dómari verður Oda Andreasen.

Finalan hjá kvinnunum, sum í ár verður millum KÍ og HB, verður bríkslað í gongd kl. 16:15.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder